Mentamálaráðharrin og skúlarnir

Eg las Sosialin í gjár, og tá fall mítt eyga á eina grein, har omanfyri nevndi harri í mentamálum segði sína hugsan um tímatalið, ið var lutað til skúlarnar, og serliga var Vestmanna Skúli nevndur.

 

Bjarki Skúvadal,

tjóðveldismaður

?????????????


Eg las Sosialin í gjár, og tá fall mítt eyga á eina grein, har omanfyri nevndi harri í mentamálum segði sína hugsan um tímatalið, ið var lutað til skúlarnar, og serliga var Vestmanna Skúli nevndur. Eg má siga, at eg fekk ein rimmar skelk. Er hatta maðurin, sum skal standa á odda fyri mentanini í hesum landinum komandi árið??? Mær rann í huga eitt orðafelli, vit plagdu at brúka umborð á skipi fyrr í tíðini: »Nógv fyri at hoyra loppu goyggja og lús hosta!« Í sjeytiárunum nevndu studentarnir í Hoydølum summar menn andaligar amøbur.

Kanska var fyrri maðurin í hasum stólinum nakað seinur at lata munnin upp, men at seta ein skræðugák í staðin?????? Harrin hjálpi okkum!!!