Mentamálaráðharrin mælir frá meiningum

Við vaksandi undran havi eg lisið eina politiska viðmerking í bløðunum frá landsstýriskvinnuni í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø

Var í fyrsta umfari spentur at lesa viðmerkingina. Tí vónin var, at vit nú á fyrsta sinni síðani hetta landsstýrið tók við fyri knapt 10 mánaðum síðani, fóru at síggja eitt landsstýrisfólk, ið hevði onkra politiska ætlan ella eina politiska meining um samfelagið at leggja fram alment – og ikki bert sendir tíðindaskriv frá embætisverkinum um okkurt umsitingarligt mál við mynd av landsstýrisfólkinum. (Hetta er tað, ið vanliga verður rópt “politiskt spinn”).

 

Men viðmerkingin snúði seg tíverri hvørki um framsóknan mentanarpolitikk ella útbúgvingarpolitisk átøk.

 

Nei, mentamálaráðharrin er farin í blekkhúsið til tess at harta sín samgongufelaga, Edmund Joensen, fyri at siga sínar hugsanir hart um at vilja liva av donskum pengum og undir donskum skipanum ín Føroyum. Og síðani hartar mentamálráðharrin undirritaða fyri at hava gjørt greitt, hvørka støðu Tjóðveldi hevur til búskaparligt heftni og vantandi politiska ábyrgd – og hvørji mál vit hava til tess at skapa ein tryggan búskap, vinna á búskaparkreppu og skipa okkum frælst millum onnur lond í heiminum.

 

Andstøðan í samgonguni fær rúmd

Mentamálráðharrin, sum eisini hevur ábyrgd av einum kringvarpi í kreppu og av fjølmiðlapolitikki sum heild, vil í sínum innleggi vera við, at undirritaði stýrir fjølmiðlunum – og at andstøðan eftir øllum at døma fær ov nógva rúmd í fjølmiðlunum(!).

 

Til tað er at siga, at so liva vit eftir øllum at døma ikki í sama samfelag. Tað man neyvan vera nakað land um okkara leiðir, har ein stjórn, ið hevur koyrt landið í fíggjarligt óføri og nú situr undir eini altjóða fíggjarkreppu, sleppur at sita og onki gera, meðan allar avgerðir verða stýrdar av politiskum rossahandlum millum landsstýrisfólk og samgongupolitikarar.

 

Har útbúgving, mentan og veikir samfelagsbólkar verða skornir við smáum – men fyri politiska hugsjón og framtíð avgerandi – upphæddum, samstundis sum sterkastu áhugabólkarnir sleppa at játta 10-tals milliónir til síni áhugamál.

 

Har ein løgmaður fer alment út og heitir á allar føroyingar um at fara á eina fólkaatkvøðu, vit ikki sjálv hava samtykt ella hava nakra fólkaræðisliga ávirkan á – og knøpp 90% nokta at fara á val!

 

Í øllum fólkaræðisligum londum hevði hetta elvt til forsíðusøgur í hópatali, kjak, hvassar spurningar og greiningar – og ábyrgdarhavandi politikararnir høvdu verið konfronteraðir og settir til svars fyri gongdina og úrslitini.

 

Men í einum politiskum leiðsluloysi og tómrúmi, spjaðir dølsknið og uppgávulyndið seg eisini í fjølmiðlunum. Og tað er kanska skilligt. Tí hvørki løgmaður ella tey landsstýrisfólk, ið eru vald til við lóg at hava ábyrgd og stjórna landinum, siga nakað politiskt ella leiða nakað. Siga bert, at samgongan arbeiðir við onkrum og svara í eystur, tá spurt verður í vestur. Tað er helst tí, at andstøðan innanvert samgonguna, fær nógva rúmd. At samgongupolitikarar, sum knappliga meina okkurt, ið eisini er ímóti samgongutómrúminum, seta dagsskránna. Tað hava Edmund Joensen, Laksáfoss og aðrir floksfelagar hjá løgmanni gjørt dúgliga seinasti 10 mánaðirnar.

 

Meiningsloysi skal valdast

Kanska er tað hetta, sum í veruleikanum hevur fingið ilt í mentamálaráðharran. Men so ræður um at standa fram politiskt og gera greitt, hvønn politikk, tú hevur og hvar tú ert samdur ella ósamdur. Hóast eg eri grundleggjandi ósamdur við Edmund Joensen, so hevur hann rætt at føra síni sjónarmið fram og fáa orðaskifti um tey. Og eg haldi meg hava skyldu at føra tjóðveldishugsjónoma, meiningar og loysnir fram alment, uttan at verða hartaður av mentamálaráðharranum fyri at hava ein politikk og eina kós. Bert soleiðis kann fólkaræðið virka og meiningar kunnu brótast og flyta samfelagið fram á leið.

 

Mentamálaráðharrin heldur eftir øllum at døma, at tað skeivt at loyva politiskum meiningum, hugsjónum og orðaskifti fram í fjølmiðlunum og í almenna kringvarpinum. Og í einari heilari grein sigur hon onki um, hvat hon sjálv ella flokkur hennara stendur fyri hugsjónarliga, búskaparliga, sosialt, mentanarliga ella viðvíkjandi sjálvræðisspurninginum.

 

Síggi hetta sum enn eitt dømi um, at javnaðarflokkurin hevur ongan politikk at bjóða og gerst ístaðin sera ørkymlaður, tá stórir og grundleggjandi spurningar eru á dagsskránni. Vil hava tað burtur, so tey sleppa undan at taka støðu. Ella sigur sum vanligt, at vit skulu uppfinna onkra loysn, sum ikki ber í sær ábyrgd, fullveldi ella broytingar. Ístaðin góðtekur og fremur flokkurin, at alment fæ og samhaldsfesti verða avreidd á ein hátt, ið sjálvt Ronald Reagan, Margareth Thatcher og Óli Breckmann høvdu hildið vera íðan ov asosialt.