Mennningartarnaður 18 ár og hvat so??

Vit eru nøkur foreldur, sum halda at tilboðini til børn við serligum tørvi, ikki eru nóg góð

Truppulleikarnir, sum tey hava at dragast við eru ymiskir. Men tey hava tað til felags, at tey ikki eru før fyri at ansa sær sjálvum, og tí mugu tey hava hjálp til tess.
Upplagt er at tey fáa eitt tilboð um vart starv ella at koma á ein skúla, sum er líkandi Rásini í Runavík. Hvar tey so vera klár at fara í eina varda íbúð og fáa starv.
Vit hava verið á fundi við Tórshavnar kommunu, men har kom einki burtur úr, kanska tí at uppgávan liggur hjá landinum. Og ikki hjá kommununum. Men hví hugsar tað almenna ikki um at byggja vardar íbúðir við síðina av ellisheimum eitt nú við Boðanesheimið, sum bygt verður nú í Havnsum. Áður hevur man víst á, at ein partur av Tjarnaðgarði kundi verið brúktur til hendan málbólkin, men tað kom einki afturljóð. Tað fekk somu lagnu sum so nógv onnur uppskot tey seinastu 20 árini!
Tórshavnar kommuna er tann størsta í landinum, og har eru ikki nógv tilboð til tey við skerdum førleika.
Fýra viðkomandi spurningar
Hvør torir at rætta eina hjálpandi hond til tey veiku, sum eru 18 ár og eldri? Hvør politikari torir at standa við ábyrgd? Hvør politikari vil fáa tað við í samgonguskjalið? Hvør politikari vil broyta lóggávuna á hesum økinum, t.d. forsorgalogina § 32? Har skal standa SKAL, og ikki KANN, tí kann blívur ikki til nakað?
Ringt er hjá teimum við skerdum møguleikum at koma út í arbeið, tí vard størv hanga ikki á trøunum. Men hví ikki siga við lóg, at almenn arbeiðspláss skulu hava so og so nógv vard størv. Til dømis kundu fyri 5000 almenn størv verið 100 vard størv. Tað hava tey til dømis í Danmark.
Eitt uppskot, sum vit hava havt, er at keypa støðina í Mjørkadali til eftirskúla og so havt ein av bygningunum undir Gráasteini í Havn til vardar íbúðir.
Støðan hjá teimum við skerdum møguleikum er ótolandi í Føroyum. Tey eru ikki javnt stillað við onnur fólk. Vit meina at okkara kæru vaksnu børn skulu vera líka stillað við onnur í samfelagnum, og tí skulu tey hava møguleikan at sleppa á kafé ella í biograf ella sleppa at velja sær bústað og starv líka so væl sum onnur. Alt hetta ber einans til, um viðurskiftini rundan um tey eru nøktandi.

Hevur samfelagið ráð til tað, um vit avvarðandi flyta av landinum ? Vit eru foreldur, sum eru væl lærd og halda ikki, at okkara børn skulu sendast av landinum. Men spurningurin er um Føroya land vil hava, at vit skulu senda øll av landinum aftur ?

Okkara børn vilja sjálvi sleppa at liva sum øll onnur, og tí mugu vit gera teiomum tilboð .
Tey ungu duga og vita nógv meira, enn vit halda, og tey hava fleiri førleikar enn vit vita, men so er tað, hvusssu vit fáa tað fram í teimum, og tí má hjálp setast inn fyri at finna førleikar og møguleikan hjá tí einstaka.
Vit síggja hettar sum eina íløgu í hvønn einstakan og ikki sum eina útreiðslu.

Vinaliga
Tórun Magnussen
Hans Martin og Elsebeth Jacobsen
Nena og Heri Thomsen