Í menniskjum góður tokki heiðrar Fólkakirkjuna

Átakið »Í menniskjum góður tokki« hevur latið biskupi og Fólka­kirkj­uni eina heið­urs­løn.

Nevndin fyri »Í menniskjum góð­ur tokki« gjørdi av fyri tíð síðani at heiðra onkran av teimum, sum høvdu lagt lunn­ar undir á­tak­ið, og sum høvdu gjørt okk­urt ser­stakt. Mikk­alina Glas fram­leiddi átakinum tríggj­­ar stórar einglar, sum skuldi gevast sum heið­urs­løn.

Ein heiðurløn var latin Posta, ein Lions Klub Suð­ur­oy og tann triðja er nú latin Jógv­an Fríð­riksson, biskupi og fólk­a­kirkjuni.

Bisk­upur hevur frá byrj­an ver­ið ein góður sam­starvs­felagi og hevur eisini á sín ja­lig hátt slóð­að fyri á­tak­i­num, sig­ur Ann­lis Bjarkhamar

– Tá fyrireikingarnar til á­tak­ið fóru í gongd í 2010 fór eg á fund við Jógvan Fríð­risks­son, biskup og Una Næs, dóm­próst.

Báðir tóku væl í­móti hug­skotinum um eitt á­tak, sum rætti fíggjarliga sperd­um fam­ilj­um eina hjálp­andi hond á jól­um og søgdu, at teir vildu gera sítt til, at Fólk­a­kirkjan kom at taka virkn­an lut í átakinum, sig­­ur Ann­lis Bjarkhamar.

Biskupur lat sjálvur á hes­um fund­­­i­num ein kekk á 1500 kr, sum var fyrsti stuðulin til á­takið, og sum var brúkt til stovns­fæ, tá ið grunnurin fyri »Í menn­iskjum góður tokki« varð settur á stovn.

– Fíggjarlig trongstøða er darv­­andi. Tvørrandi sosial væl­­vera er likamliga og sinnis­liga órógvandi. Vit liva í 21. øld eft­ir Kristi føðing, og mark­ið, ið ásetir krøvini til lívs­ins upp­ihald, flytur seg við tíðini, sigur Jógv­an Fríð­riks­son, biskupur.

Biskupur leggur dent á, at tey, ið ikki hava rímilig sosial kor, kenna seg veruliga fátøk og utt­­an­fyri. Børn, ið t. d. ikki kunnu íðka ítrótt vegna tess, at pen­­ingur vantar til keyp av klæð­­um og skóm og rind­an av limagjaldi. Hetta er eitt­ans dømi í rúgvuni av nú­tíð­ar fá­tækt. Fátækt er ikki einans at doyggja í hungri. Fátæktin er eyð­sýnd, tá ið vit ikki hava ráð at liva í tí sam­fel­ag, har vit eru fødd og búgva.

– Í djúpari eyð­mýkt og tøkk takki eg, nú eing­il­in frá »í menn­­iskj­um góður tokki« kom á gátt á skriv­stovuni hjá Før­oya Stifts­stjórn. Ein stór­ur heið­ur, ið fløv­ar. Gævi at eing­il Harr­ans væl­­sign­­ar øll tey mongu, sum eftir før­i­muni lætta og linna, har neyð­in tyng­ir og ó­rógvar. Heið­ur­in til Fólka­kirkj­una er heið­ur alra teirra, sum í kirk­jum og samkomum hava eing­il Harrans sum fyri­mynd. Eing­il­in, sum sang um frið og góðan tokka millum menn­iskju, tá ið Jes­us varð føddur, sig­ur Jógvan Fríð­riksson.

Seinastu trý árini hevur Í menn­­iskjum góður tokki lat­ið 2,8 mio kr í jólahjálp til 1256 fam­iljur kring alt land­ið. At grunn­urin hevur kunn­að hjálpt so nógv­um fam­ilj­um er úrslit av ó­­meta­liga­ri stórari vælvild frá nógv­um og góðum stuðli frá ein­stakl­ingum, kirkjum, fak­feløgum, felagskapum, dag­stovn­um, bindiklubbum, skúl­um o.ø.

Fólkakirkjan er umboðað við Theodor Eli Dam Olsen í nevnd­ini fyri átakinum, og hava kirkjur kring landið sein­astu trý árini savnað oman fyri 400.000 kr til Í menniskjum góð­ur tokki.