Seinastu árini hevur tað verið so, at við desember mánaði kemur eisini stuðulsátakið Í menniskjum góður tokki, sum Annlis Bjarkhamar hevur staðið fyri fram til januar í ár. Nú er tað Barnabati við Djóna Eidesgaard á odda.
Stuðulstiltøk og innsavningar verða fyriskipaðar til frama fyri hesum átaki, sum fær upp í móti 500 umsóknum frá fíggjarliga sperdum familjum árliga.
- Vit livdu fyri áleið 70 krónur um dagin, sigur Rósely Reynstind.
Tey eina árið viðførdi tað, at Rósely ikki hevði ráð til bæði jólagávur og jóladøgurðan.
- Eg fekk gávukort frá SMS frá Í menniskjum góður tokki og valdi at brúka tað uppá jólagávur til børnini, sigur Rósely Reynstind.
Tað viðførdi so, at hon ikki átti pengar til eina dunnu. Meðan Rósely og børnini ikki minnast jól sum nakað keðiligt – heldur ikki tey harðastu árini – so var tað tíðin aftaná jól, sum setti síni spor.
- Børnini fóru í skúla við lítlum gávum frá mær, meðan teirra floksfelagar høvdu fingið snildtelefonir, teldur, playstation og hvat veit eg, sigur Rósely Reynstind.
Tað er hennara vón, at Í menniskjum góður tokki og teirra stóra arbeiði fer at halda fram ótarnað, hóast atfinningar hava verið móti felagsskapinum seinastu tíðina. Tí sum Rósely sigur – Eg veit um nógvar mammur, sum hava fingið jólini bjargað av Í menniskjum góður tokki.
Les størri grein við Rosely Reynstind í Vikuskiftis Sosialinum í dag.