Kristindómurin og religiónir eru framvegis orsøk til spentar støður, og virðisspurningarnir og konfrontatiónir millum sivilisatiónirnar, sum eru grundaðar á stóru religiónirnar, eru orsøk til stór stríð og stóran spenning.
Kríggj og bardagar eru burtur úr vón og viti. Tað skriva føroyingar undir uppá. Orðaskifti, samráðingar, mýking av støðum og meiri av tí slagnum, sum er grundað á fólkaræði, eru lykilin til framgongd og menning. Tíverri er hetta ikki so kring allan heimin, og tað er tí, at tað verður mett neyðugt at taka til vápnini.
Í stórum kríggjum og alspentum støðum hava jólini havt sín serliga leiklut. Vit minnast tað eitt nú frá Vietnam krígnum, tá ið teir tey seinnu árini ikki bumbaðu á jólum, og tað er tiltikið, tá ið teir í fullkomuliga meiningsleysa 1. heimsbardaga bundu frið á víðvøllinum um jólini. Søgan sigur, at teir í skotgrøvunum sungu gleðilig jól – øðru megin á eingilskum og hinu megin á týskum - og at teir fóru fram á válin at ynskja hvørjum øðrum gleðilig jól, áðrenn teir aftur løgdu seg í gravirnar at miðja eftir hvørjum øðrum!
Í Føroyum eru vit spard fyri kríggj og øllum tí illa, sum fylgir í kjalarvørrinum, tá ið menniskja ber so so primitivt at, sum tað kann bera til at hugsa sær. Kreppur og spenningar heima á landi eru fyri einki at rokna , tá ið sammett verður við aðra staðni í heiminum.
Vit eiga at vera takksom fyri henda veruleika og at seta prís upp á hann. Ikki minst á jólum, tá ið vit eiga at gera burtur úr familjunum, og tá ið tað ikki hevði verið av vegnum, um vit hugsaðu um og heilsaðu og vitjaðu tey, sum eru løgd til síðis, og sum ikki hava førleika og umstøður til sjálvi at skapa hugna.
Í samfelagnum er spenningur á fleiri frontum. Løgtingsval er útskrivað, og valstríðið er langt síðani farið á rull. Tað tykist tó vera semja um, at um jólini skal friður valda, og tað er virðiligt.
Í fyrradagin slitnaðu samráðingarnar um nýggjan sáttmála millum fiskimenninar og reiðararnar. Jólahýrurin skuggar yvir spenninginum, og eftir høgtíðina verður aftur farið undir samráðingarnar og toganini, sum hoyrir samfelagslívinum til.
Sosialurin heilsar øllum við ynskjunum um eini gleðilig jól. Hugsanir okkara leita til teirra, sum hesi jólini sita í sorg og sakni og til teirra, sum eisini á annan hátt fingu tungar byrðar at bera í hesum árinum. Mátti boðskapurin um frið og góðan tokka í menniskjum sokkið seg í hvørt heim og hvørt sinni.
Sosialurin