Mennir meg at fáa nógvan kritikk

21 ára gamla Anna Malan Jógvansdóttir, sum í ár virðislønina til ungt listafólk frá landinum, gongur á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn.

Hon er ein av bert fýra føroyingum, sum er upptiknir á Rithøvundaskúlanum. Í fjør var hon ein av 370 umsøkjarum, og hon endaði millum tey átta, sum sluppu inn á skúlan.

- Tað hevur verið øgiliga spennandi at fara á skúlan, og eg havi longu lært nógv. Onkuntíð hann tað kennist hart at fáa so nógvan kritik fyri tað, sum tú skrivar, men tað er ein partur av skúlagongdini, og tú venur teg við tað. Tað er tað, sum mennir meg, sigur Anna Malan Jógvansdóttir við Sosialin, sum kom út í gjár.

Tá ið Anna Malan hevur skrivað ein tekst, skal hon lesa hann upp fyri tveimum lærarunum og hinum næmingunum í flokkinum, og síðani er tað frítt hjá øllum at siga sína hugsan um tekstin.

- Tað merkir, at eg kann fara heim við fimm ella tíggju ymiskum meiningum um mín tekst. Eg skal sjálvandi lurta eftir hesum og fáa nakað gott burtur úr tí, men eg má eisini halda fast við mítt og ikki missa mín integritet burtur í øllum meiningunum hjá hinum, sigur hon.

Samrøðan kann lesast í fullum líki í Sosialinum, sum kom út í gjárkvøldið.