FÓTBÓLTUR
Føroyska A-landsliðið hevur veruliga nakað at spæla fyri, tá tað undir taki fer á vøllin ímóti Íslandi í Kórinn-høllini á Kópavogi sunnudagin 22. mars.
Ein sigur ella ein javnleikur kann førka okkum upp eftir FIFA-styrkislistanum, har vit í skrivandi stund eru nummar 185 av teimum tilsamans 207 FIFA-limalondunum.
Ísland er heili 110 pláss framman fyri Føroyar, og í Europa eru tað bara Andorra og San Marino, sum liggja aftan fyri Føroyar á styrkislistanum.
Av pinkutjóðunum er Ísland á 75. plássi eisini tann fremsta. Kypros er nummar 84, Luxembourg 122, Malta 146, Liechtenstein 151, og so koma tvær tjóðir aftan fyri Føroyar, sum eru Andorra á 195. og San Marino á 201. plássi.
Svøríki er við sínum 25. plássi besta norðurlandið, og síðani er Danmark nummar 38, Norra 45, Finnland 57, Ísland 75 og Føroyar altso nummar 185.
Besta landslið í heiminum eigur Spania, og hini í topp-10 eru, í hesi raðfylgju: Týskland, Holland, Italia, Brasil, Argentina, Kroatia, Russland, Ongland og Portugal.