Munurin í lønarútgjaldingum millum menn og kvinnur veksur alsamt. Hetta sæst í tølunum, sum Hagstovan hevur í Hagtalsgrunninum yvir lønarútgjaldið síðani 1985. Hesi tølini umfata allar lønir, sum føroyskar fyritøkur gjalda um samtíðarskattaskipanina. Lønir frá útlendskum fyritøkum eru tí ikki við í hagtølunum.
Minsti munurin var í januar 1994, tá munurin í lønarútgjaldingum var 33,3 milliónir krónur. Orsøkin var fyrst og fremst, at lønarúgjaldingarnar til menn ongantíð hava verið lægri enn hendan mánaðin, einans 112 milliónir krónur. Talið var eisini lágt fyri kvinnurnar, 78,4 milliónir krónur krónur, men tað er hægri enn lægsta mánaðin, tá lønarútgjaldingarnar vóru 54,2 milliónir krónur.
Kreppan í nítiárunum sæst týðiliga aftur í tølunum fyri lønarútgjalding. Serliga er munurin eyðsýndur ársskiftið 1992/1993. Lønarútgjaldingarnar minkaðu úr 350 milliónum krónum niður í 210 milliónir krónur eftir einum mánaði og komu ikki upp á støði frá ársenda 1992 fyrr enn í desembur 1996.
At kreppan fyrst og fremst sást aftur í lønunum hjá mannfólkum, sæst aftur í, at munurin millum kynini minkaði nógv undir kreppuni, men tá tíðirnar so blivu betri aftur og lønarútgjaldingarnar vuksu, vóru tað serliga lønarútgjaldingarnar til mannfólk, sum vuksu.
Munurin millum kynini í januar 1995 var 36,5 milliónir krónur, men tvey ár seinni, í desembur 1996, var hann voksin til yvir 100 milliónir krónur.
Lønarútgjaldingarnar til bæði menn og kvinnur vuksu so støðugt fram til 2008, tó meiri hjá monnum. Frá 2008 til 2014 lá lønarlagið mest sum í stað hjá bæði monnum og kvinnum, men so fór at veksa aftur, og aftur hesari nógv skjótari hjá mannfólkunum.
Í januar 2014 var munurin í lønarútgjaldingum 96,8 milliónir krónur, men longu í desembur 2015 var hann voksin upp í 246,8 milliónir krónur og í 2017 var hann 251,2 milliónir krónur, sum er tað hægsta, sum Hagstovan hevur skrásett í Hagtalsgrunninum frá 1985, tá skrásetingarnar byrjaðu, til 2017, sum nýggjastu tølini eru frá.
Annars kann sigast at minstu lønarútgjaldingarnar vóru í januar 1985, tá 187,2 milliónir krónur vóru útgoldnar í lønum, 133 milliónir til menninar og 54,3 milliónir til kvinnurnar.
Hægstu lønarútgjaldingarnar vóru í desembur 2017, tá tilsaman 836,3 milliónir krónur vóru útgoldnar í lønum. Lønarútgjaldingarnar eru sostatt voksnar við 649 milliónum krónum hesi 32 árini.
Menninir fingu minst útgoldið í januar 1994, 111,7 milliónir krónur, og mest í desembur í fjør, 543,7 milliónir krónur, meðan kvinnurnar fingu minst í januar 1985, 54,3 milliónir krónur, og mest í desembur í fjør, 292,6 milliónir krónur.
Lønarvøksturin hjá kvinnum og monnum síðani januar 1985 er tí 410,8 milliónir krónur hjá monnunum og 238,3 milliónir krónur hjá kvinnunum.










