Menningin av sjúkrarøktini, eitt slag fyri bógvin

Vár í Gong

 

Síðst í juni fingu 24 sjúkrarøktarfrøðingar prógv sum bachelorar. Hesir høvdu tikið ískoytisútbúgvingina, sum uppgraderar sjúkrarøktarfrøðingar eftir eldru útbúgvingum til bachelorar.

 

Sjúkrarøktatfrøðisskúlin bjóðaði hesa útbúgving út í fjør. Sera stórur áhugi var fyri henni – yvir 100 søktu inn! Hetta ber boð um ein fakbólk, sum brennir fyri menning – nevnast kann, at í somu viku sum ískoytis bachelorarnir fingu prógv, fingu eisini 27 sjúkrarøktarfrøðingar prógv sum kliniskir vegleiðarar.

 

Ætlanin hevur altíð verið, at ískoytisútbúgvingin skal halda fram, til tørvurin á hesi útbúgving er nøktaður. Hetta hevur felagið fingið tilsøgn um frá fleiri landsstýrisfólkum, sum hava sitið í mentamálaráðnum. Vegna væntandi játtan hevur skúlin ikki havt møguleikan at bjóða ískoytisútbúgvingina út. Hetta kemur mongum dátt við. Sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava nomið sær útbúgvingina eftir tí gomlu skipanini, hava eitt krav at fáa møguleikan at taka hesa útbúgving á hvørjum ári. Felagið hevur verið á fundi við mentamálaráðið um hesi viðurskifti, men tað hevur fingið at vita, hóast mótmælið, at pengar ikki eru í ár. Hetta er sera óheppið. Tað tykist okkum løgið at byrja eina útbúgving fyri at støðga eftir bert einum ári! Skúlin hevur nýtt nógva orku uppá hesa ískoytisútbúgving, og tey lesandi hava verið væl nøgd. Hesin steðgur kann verða ógvuliga kostnaðarmikil. Byrjað má verða av nýggjum, tá ískoytisútbúgvingin aftur fer av bakkastokki.

 

Felagið eftirlýsir eitt alment kjak um, hvat fyri visjónir eru fyri menning á útbúgvingarøkinum. Vælvitandi, at ein alheims fíggjarkreppa herjar í hesum døgum, sum eisini rørir okkara lítla samfelag, er okkara greiða meining, at rætta leiðin ikki er at spara á útbúgvingarøkinum.

 

Nógv kjak hevur tó verið um, hvussu vit kunnu fáa tey ungu at støðast í Føroyum – og hvussu útbúgvin fólk kunnu venda nøsina heimaftur. Men hesi signal, sum nú verða send út, fara ikki at hjálpa nakað uppá hesa støðu. Tað fara uttan iva fleiri sjúkrarøktarfrøðingar til t.d. Danmarkar at nema sær hesa útbúgving, og tað er als eingin trygd fyri, at hesi fólkini koma aftur.

 

Vónandi verður umraðfest á fíggjarlógini soleiðis, at ískoytisútbúgvingin kann halda fram. Í okkara grannalondum hevur hetta tilboð verið í fleiri ár, og haldi eg ikki, at tað sømir Føroyum at standa aftanfyri í so máta!