Menningartvingsul ger fólk strongd

Tey sótu við opnum oyrum og lurtaðu á Parnassinum á Hotel Hafnia fríggjamorgun, meðan 41 ára gamli danski professarin í sálarfrøði, Svend Brinkmann húðfletti menningina av starvsfólkum, sum seinni árini eru vorðin vanlig á so at siga øllum arbeiðsplássum, og sum er vorðin ein eykabyrða fyri starvsfólk. Og hann setti spurnartekin við, um hendan starvsfólkarøktin ella menning av arbeiðsplássum, har tann einstaki ongantíð er nóg góður og altíð kann gerast betri, er røtt í heilatikið.

 

Og tey sum sótu og lurtaðu vóru leiðarar á tí pedagogiska økinum í landinum innan børn undir skúlaaldur og nøkur onnur eisini. Leiðararáðið undir Pedagogfelagnum skipaði fyri tí árliga leiðaradegnum.

 

Svend Brinkmann, sum dagliga starvast sum professari við Aalborg Universitet, hevur seinastu árini givið tvær bøkur út á Gyldendals Buisness. Tann nýggjasta eitur “Ståsteder” kemur við tíggju gomlum hugskotum til ein nýggjan heim. Hendan bókin byggir á bókina “Stå fast”, íð er ein uppgerð við tíðarinnan menningartvingsul.

 

– Vit hava í Danmark fingið eina diagnosumentan. Fólk fáa diagnosur fyri líkt og ólíkt og so forstanda vit, at tað er tí at hasin og hasin eru soleiðis, og vit koyra víðari. Psykologoseringin er vorðin erstatningurin fyri religiónina. Hevur tú trupulleikar, fer tú til sálarfrøðing ella sálarlæknan, og tú fær eina diagnosu og tað er tað.

 

Tað er ongin endi á, hvat verður langt á starvsfólk, fyri at menna tey, til í seinasta enda at gerast ein enn betri arbeiðsmegi hjá arbeiðsgevaranum. Fólk liva í dag vitandi um, at tey ongantíð gerast nóg góð, tey kunnu altíð gerast betri. Sjálvt svøvnurin verður kannaður, fyri at fáa fólk at gera meira. Avleiðingin av nútíðar menningartvingslinum er, at fólk gerast strongd.

 

– Hendan skeiva gongd snýr seg um, hvussu ein sjálvur lukkast á einum arbeiðsplássi, og hvussu ein nær mál, her er tað, tað einstaka menniskja, induvidualisturin, sum er í fokus, og gloymt verður, at eitt menniskja eisini skal rigga sosialt saman við øðrum í samfelagnum.

 

– Menningin og sjálvsmenningin peikar á, at í morgin skal tú vera ein annar og betri, og hetta steðgar ongantíð. Vit hava kanska sum menniskju nógv meira brúk fyri at standa fast við, hvørji vit eru og at vera tey, vit eru, segði Svend Brinkmann millum annað.