Menningarorkan minkar ár um ár !

Blokkurin

Bæði refusiónsveitingin og blokkurin hava elvt til eitt óneyðugt og eisini óskiljandi kjak.

Fleiri av okkara fólkavaldu knarra framvegis um, at refusiónsveitingin og blokkurin er og hevur altíð verið ein forðan fyri menning av okkara samfelag.

Løgið, ja sera løgið, at tú betur kann menna samfelagið við at minka um landsins inntøkur. Tað má eisini sigast at vera løgið, at vit framvegis hava hendan sonevnda skaðiliga blokk, tí øll tey sum knarra um blokkin, hava í 60 ár havt møguleikan at seta umrøddu inntøku niður á kr. 0,00

Ofta hoyra vit loysingarfólk tosa um, hvussu lítið blokkurin hevur at týða, onkur er vilstur so langt av leið, at hann nú metir blokkin til bert at vera 1% av BTÙ. Eisini her kennist tað sera løgið, at eingin politikari hevur mótmælt slíkari høpisleysari meting.

Nú er Høgni Hoydal eisini farin at knarra um blokkin, men hann avdúkar so dyggiliga, at hann hevur ikki ánilsi av, hvat blokkurin hevur at týða. Skulu vit gera metingar um, hvussu stóra ávirkan blokkurin hevur á landsins inntøkur, er neyðugt at gera hesar metingar í mun til, hvat okkara útflutningsvinna gevur.

 

Vitandi um, hvussu nógv fiskivinnan hevur at týða fyri okkara samfelag, vil eg loyva mær at gera samanberingar við hesa vinnu : Um vit nú taka alla fiskaframleiðsluna á landi, íroknað alivinnuna, og hugsa okkum, at hon verður økt við 100 % so hevði slík øking givið nógv minni í landskassan enn tað sum blokkurin varð lækkaður við í 2002 (366,4 milliónir)

 

Høgni Hoydal torir ikki at gera slíka meting, sum vísir veruleikan, vísir sannleikan um bloksins ávirkan. Nei, Høgni valdi heldur at skriva nakað, ið er beinleiðis ósatt.

Høgni skrivar, at Føroyar ongantíð hava verið so væl fyri búskaparliga, sum undir fullveldissamgonguni frá 1998-2004. Hendan samgongan lækkaði blokkin og frysti hann fastan.

Men hóast hesa lækking og niðurfrysting var Høgnasa samgonga før fyri at gera hópin av mennandi tiltøkum, alt fyri at taka fulla ábyrgd av okkara búskapi, okkara vælferðarskipanum og okkara framtíð. Men við vilja gloymir Høgni at upplýsa, at alt hansara arbeiði fyri at gera so stóra menning, er framt, meðan blokkurin var í fullum blóma.

Stutt áðrenn fullveldissamgongan stakk í sekkin og rýmdi, framdu teir umrøddu lækking og niðurfrysting, og sostatt fingu tey, ið skuldu taka upp eftir Høgna Hoydal, ikki somu møguleikar at menna okkara ábyrgd, búskap, vælferð og framtíð.

Fullveldissamgongan hevur higartil kostað landskassanum 2.623 mió. krónur, umframt fastfrystingina.

 

Høgni Hoydal skal kortini hava stóra tøkk fyri, at hann í sínum lesarabrævi, so út í æsir viðgongur, hvussu lætt tað er at menna okkara ábyrgd, búskap, vælferð og framtíð innan karmarnar í verandi Samríki. Jú løtur eru kortini, har Høgni onkuntíð dugir at síggja styrkina og møguleikarnar í okkara góða Samveldi.

Spell kortini, at fullveldissamgongan nakrantíð fekk møguleikan at skerja menningarorkuna so nógv.