Menna heilsusamstarvið í norðurlondum

Norðurlendsku heilsumálaráðharrarnir hava á fundi í Keypmannahavn umrøtt møguleikarnar fyri tættari samstarvi.

Í yvirlýsing frá fundi, sum heilsumálaráðharrarnir hava verið á í Keypmannahavn seinastu dagarnar, skriva teir, at teir eru sannførdir um virði av einum væl mentum og sterkum norðurlendskum heilsusamstarvi.

- Her í norðurlondum hava vit í stóran mun somu avbjóðingar á heilsuøkinum – bæði hvat víðvíkur menningini av heilsustøðuni hjá okkara borgarum og framtíðar menning av landarinnar heilsuverkum.

 

Heilsumálaráðharrarnir hava eisini umrøtt ebolafarsóttina á fundinum.

- Í ljósinum av ebolafarsóttini fara vit at heita á aðalskrivaran í norðurlendska ráðharraráðnum, um at kanna møguleikarnar fyri einum samskipaðum átaki fyri at bremsa vandanum fyri smittu, at tryggja atgongd til neyðuga útgerð og viðgerð umframt eina norðurlendska samskipan hvat viðvíkur tryggari medisinskari burturflyting.

 

Heilsumálaráðharrarnir boða frá, at teir hava tikið avgerð um at menna fylgjandi økið: serliga høga serviðgerð, sjáldsamar sjúkuavgerðir, sálarsjúkufrøði, heilsutilbúgving og skiftisavtalur um starvsfólk.