Menn vinna meira í løn enn kvinnur

Hóast tað er nærum eins nógvar kvinnur sum menn á føroyska arbeiðsmarknaðinum, so vísa nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya, at tað er ein munur í lønunum hjá kynunum.


Lønargjaldingarnar vísa nevniliga, at menninir vinna 60 prosent av lønini, meðan kvinnurnar vinna 40 prosent.


Hagstovan vísir ikki á nakra ítøkiliga orsøk til munin, men ein av orsøkunum kann vera, at tað er munur á hvørji størv kynini hava.


Tá hugt verður eftir kynsbýtinum í ymiskum arbeiðum sæst, at tað fleiri kvinnur enn menn, ið arbeiða í almennari tænastu, so sum hjá kommununum, undirvísing og í heilsu- og almannaverkinum.


Hinvegin eru tað fleiri menn enn kvinnur, ið starvast í byggivinnuni, fiskivinnuni og í smiðjufakunum.