Menn kunnu - ella kunnu teir

Verða menn diskrimineraðir, tá ið teir ikki megna at sameina heim og arbeiði? Hesin og aðrir spurningar standa á dagskránni á ráðstevnu um menn, arbeiðslív og javnstøðu, sum verður síðst í hesum mánaðinum

 

RÁÐSTEVNA


Møguleikar og forðingar hjá monnum at taka lut í arbeiðslívinum og familjulívinum eru á dagsskránni á spennandi ráðstevnu, sum verður hildin sunnudagin 28. oktober í Den Sorte Diamant í Keypmannahvan. Tað er Norðurlendska Instituttið fyri kvinnu- og kynsgransking sum skipar fyri ráðstevnuni.

Ráðstevnan er ætlað politikarum, arbeiðstakarum, arbeiðsgevarum, embætismonnum og -kvinnum og granskarum í Norðurlondum. Høvuðsendamálið við ráðstevnuni er at kjakast um valmøguleikarnar hjá monnum, tá ið tað snýr seg um at sameina arbeiði og familju.

Lítið og einki hevur verið kjakast um menn og javnrættindi, heldur ikki, tá ið tað snýr seg um týdningarmesta partin í lívinum hjá flestu monnum, nevniliga arbeiðslívið. Í februar í ár góvu Norðurlendska Ráðharraráðið og Nordens Faglige Samorganistation í felag út ritið ?Kunnu menn? Menn og javnrættindini í arbeiðslívinum?. Ritið er ætlað sum grundarlag undir viðgerðini av, hvussu myndugleikar, partarnir á arbeiðsmarknaðinum og gransking kunnu skipa og gjøgnumføra ítøkilig tiltøk, ið kunnu gera sítt til, at menn fáa gagn av einum virknum javnstøðupolitikki. Ráðstevnan í oktober fylgir tonkunum í ritinum upp.

Fyritreytin fyri einum virknum javnstøðupolitikki er, at menn gera sær greitt, hvørji ynski og hvønn tørv teir hava gjøgnum demokratiskar tilgongdir á arbeiðsplássinum, í politiskum flokkum, fakfeløgum, almennum kjaki og privatlívinum. Fyrireikararnir av ráðstevnuni vóna at menna politiska kjakið um menn, javnstøðu og arbeiðslív millum politikarar og partar á arbeiðsmarknaðinum fyri at vit kunnu fáa ein heildarkendan javnstøðupolitikk, sum er góður bæði fyri kvinnur og menn.

Millum fyrilestrahaldararnar eru Anne Knudsen, blaðstjóri á Weekendavisen, Margreta Winberg, landbúnaðar- og javnstøðumálaráðharri í Svøríki, Árni M. Mathiesen, fiskimálaráðharri í Íslandi, og Ove Hygum, arbeiðsmarknaðarmálaráðharri í Danmark.