Nakað skyldast sjálvandi, at tað eru kvinnur, ið arbeiða niðursetta tíð, men hetta er kortini ikki so nógvar, at talið átti at verið helvtina minnið.
Í Føroyum vantar ein verulig lønarkanning, ið kann staðfesta, hvussu stórur munur er á lønum, hví munur er, og hvørji tiltøk kunna gerast fyri at burturbeina lønarmunin. Sum er finnst bert avmarkað hagtalstilfar, sum kann geva ymiskar ábendingar, men ikki verulig svør.
Kelda: www.samvit.fo