Melodifestivalen: sum Eurovision eigur at vera

Seinasta leygarkvøld var Melodifestivalen, eitt av svensku undanumførunum av Eurovision songkappingini. Mitt í rokanum av glamur-transarum, barnapoppi og forvirraðum genturokki var Brandur Enni við vakra og friðarliga lagnum »Lullaby«. Brandur hevði avgjørt frægasta lagið, klárastu røddina og mest sjarmerandi smílið, ið uttan iva hevur bráðna rúgvuvís at gentuhjørtum í Svøríki hetta kvøld

Tað er øgiliga ymiskt, hvussu høgt verður gingið uppí kappingina í teimum ymsu luttakandi londunum. Hvussu tey velja at varpa hana, og hvussu hon verður fyriskipað og løgd til rættis. Nøkur dømi eru m.a í Íslandi, har tað í ein stóran mun gongur út uppá progressivitet. At vera yvirdrivin og øðrvísi í útsjónd, tónleiki og framførslu.

Danska Melodi Grand Prix borreiðir við einari fasadu, ið skal tykjast vera glæsilig og spennandi við øgiliga peppaðum vertum og undirhaldi, men sum í síðsta enda bara er flatt, pátikið undirhald.

Svenska útgávan er ein heilt onnur. Tað er eitt ball, sum vil nakað, og tú sært á áhoyrarunum, at veitsla er á skránni. Ballónirnar, ið hvør áskoðari hevur fingið hvør sína av, gera avgjørt eisini sítt til, at sýningin livir upp til tað, sum hon leggur upp til: Eitt organiserað, glamurøst show, ið er til undirhald. Og tað riggar!

 

Gjøgnumført sjálvironi

Melodifestivalen er fleiri ljósár frammanfyri tað, ið vit sóðu til danska Melodi Grand Prix næstseinasta vikuskifti; hevur alt tað, sum MGP ikki hevði. Feitar kameravinklar; væl gjørdar upptøkur at vísa millum framførslurnar; frásøgufólk við stíli og attitudu; gjøgnumførda fyrireiking, sum sást aftur í, hvussu tjekkað kvøldið fór fram; list a la áhugaverda dansisýning; og síðst men ikki minst sjálvironi.

Meðan atkvøtt varð, kom ein persónur út á pallin í myrkari kápu. Eldur brann á pallinum, og intenst opera rungaði um allan salin. Øll sótu spent og bíðaðu eftir, at nú skuldi ein ella annar yvirspennandi yrkjari lesa eina yrking upp. Men brádliga dettur kápan av, og har stendur ein klænur, ungur fýrur við gulum purlum og stórum, ljósum eygum og svingar reyv. Í hátalarunum skiftir tónleikurin frá opera yvir í Haddaway við »What is Love«. Ungi maðurin við purlunum syngur afturvið, dansar ræðuliga dumt og er irriterandi stuttligur.

Eitt øgiliga gott trekk. Tað, at bullshitta seg sjálvan. At siga »Hygg her, vit vita væl, at tað er yvirfladiskt og pátikið, men tað er tað, sum tað er, og tí gera vit tað.« Tað skapar nógv meira virðing frá mínari síðu, og ger tað á ein ella annan hátt í ordan, at tann tónlistarliga síðan er so tunn. Tiltakið roynir ikki at vera nakað. Tað er tað, sum tað er, og tað veit, hvat tað er.

 

Kitch, glam og jarm

Brandur Enni var ógvuliga jarðbundin, tá hann trein út á pallin. Hann sang reint, ið var ein sjáldsamur eginleiki hetta kvøldið. Hetta er ikki tað besta, ið Brandur hevur gjørt higartil, men hann hevði avgjørt frægasta lagið. Eingin ivi var í, at hann var favorittur millum genturnar. Hetta sást serliga, tá kvinnuliga frásøgufólkið tóktist ikki at fáa orðið fram, meðan hon prátaði við Brand eftir framførsluna. Tað einasta, hon kundi siga, var »Skulu vit vera vinir á Facebook?« (netsíða líknandi Myspace, blaðkv.) Brandur var skjótur at svara »Ja, sjálvandi. Um tú vilt.«

Millum tey átta luttakandi løgini var eitt lag, sum eg helt vera tónlistarliga gott; eitt, sum var fitt og sjarmerandi; ein stuttlig samanseting av 80ara rokki og eldri glamur-transarum; og eitt, sum umboðaði svakasta kitchi, eg nakrantíð havi sæð! Her er sjálvandi talan um »Lullaby« hjá Brandi Enni, »Thank You« hjá Amy Diamond, »Line of Fire« hjá E-Type & The Poodles og »I love Europe« hjá Christer Sjögren. Millum hini fýra løgini vóru m.a ein gentubólkur totalt uttan sans fyri stíli og ein øgiliga ósjarmerandi eldri dama, ið sang verri, enn neytini hjá abba jarma.

 

Eitt stórt hakk betri

Melodifestivalen hevur tríggjar semifinalur og eina finalu í Svøríki. Tvey løg verða send víðari úr hvørjari semifinalu. Leygarkvøldið skuldu fimm sangir fyrst veljast burturúr teimum átta luttakandi, og tá varð beinanvegin staðfest, at Brandur Enni var komin á eitt sjeynda pláss. Sìðani skuldi atkvøðast einaferð enn um, hvønn sess fýra av hesum fimm afturvaldu skuldu fáa, meðan eitt datt út. »Thank You« hjá Amy Diamond og »I love Europe« hjá Christer Sjögren komu víðari í svensku finaluna, meðan jarmandi Suzzie Tapper og glamur-rokkararnir í E-type & The Poodles skulu luttaka í »Andra Chansen«, sum verður tann 8. mars.

Úrslitið vísir rættiliga týðiliga, hvørjar áskoðarar kappingin hevur. Løgini, ið komu víðari, umboða hvør sær gamlan, traditionellan tónleik, dansband hugnagubban og barnapopp cuteness. Ikki tað mest modernaða og framskygda, um tú spyrt meg, men tað er tað, sum tað er. Óansæð um tónleikurin var góður ella ikki, og óansæð um einum dámar Eurovision ella ikki, so livdi Melodifestivalen upp til tað showið, ið Eurovision-konseptið umboðar. Hetta umfarið var eitt stórt hakk betri fyriskipað enn tey, ið eg havi sæð frammanundan, og tað er í øllum førum nakað.