Tá ið Norrøna kom á Havnina seinast, komu tveir mans á løgreglustøðina at melda ein annan mann fyri harðskap.
Teir vóru báðir ferðamenn og søgdu, at ein triði ferðamaður var lopin á teir, og hevði sligið teir fleiri ferðir í andlitið.
Hetta var mánanáttina, og teir vistu, hvør gerningsmaðurin var. Løgreglan hevur síðani tikið hann, men tey vita ikki, hví, hann leyp á.
Løgreglan sigur, at maðurin er leyslatin aftur, men hann er skuldsettur fyri harðskap.