Beint eftir midnátt vórðu tríggir mans fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar eftir eitt ferðsluóhapp á Skálafirði.
Løgreglan sigur, at óhappið hendi á Glyvravegi við omankoyringina við Bakkaveg.
Løgreglan sigur, at beint fyri midnátt varð ein 20 ára gamal bilførari meldaður fyri at koyra ørt á Glyvravegi.
Men løgreglan hevði ikki umstøður at kanna málið akkurát tá, tí at øll fólk vóru upptikin í samband við at eldur var í Pison, sum lá í Leirvík.
Men beint eftir midnátt fekk løgreglan fráboðað um at ferðsluóhapp var á Glyvravegi við omankoyringina til Bakkaveg, har bilførarin, sum var meldaður, var annar parturin.
Tveir mans vóru í øðrum bilinum og ein maður var í hinum og teir komu allir tríggir undir læknahond, men løgreglan sigur, at teir fingu ikki stórvegis mein.
Bilarnir rendu saman, gron ímóti gron og teir fingu so mikið stóran skaða, at teir vórðu vrak og løgreglan tók pláturnar á báðum bilunum.
Myndin, sum er av kortal.fo, vísir, hvar óhappið hendi á vegamótinum Glyvravegur, sum er tann gula strikan, og Bakkavegur, sum gongur oman á havnarlagið.
|