Týsdagin skrivaði in.fo eina søgu um ein mann, ið var farin inn á løgreglustøðina í Havn, har hann meldaði seg sjálvan, tí hann hevði sæð eina grind, men ikki boðað frá henni.
Tá kundi løgreglan ikki upplýsa, hvør talan var um, men á rættarfundinum fríggjadagin, har hendingarnar í Bø vóru á skránni, varð upplýst, at tann eini handtikni limurin í Sea Shepherd, var sami maður, ið fyrr í vikuni hevði meldað seg sjálvan, tí hann hevði sæð eina grind, men valdi ikki at boða frá henni.
Tað framgekk í skrivligu frágreiðingini hjá einum av løgreglumonnunum, ið var á staðnum, og sum ákærin, Linda Hesselberg, endurgav úr.
Talan er um Christophe Bondue úr Belgia, ið hósdagin varð handtikin á sandinum í Bø, tá hann ikki aktaði boðum frá løgregluni, men tók seg inn á stongt øki, og noktaði at fara burtur haðani.
Týsdagin varð Christophe Bondue sendur aftur til hús, men hósdagin var lógarinnar langur armur ikki eins blíður. Christophe Bondue varð hesaferð handtikin og skuldsettur fyri brot á grindalógina.











