Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan frá eini kvinnu, sum meldaði, at fyrrverandi unnustin hevði verið harðligur við hana.
Løgreglan sigur, at málið er tikið upp sum eitt harðskapsmál.
Sambært kvinnuni kom fyrrverandi unnustin á bústaðin hjá henni, tó uttan at vera boðin, og har endaði tað við, at hann gjørdi seg inn á hana við harðskapi, Í hesum sambandi tók hann um hvørkrarnar á henni og sló hana eisini.
Hetta hendi í fyrrakvøldið, og løgreglan sigur, at kvinnan hevur nakrar skaðar, sum mynd er tikin av at hava sum prógv í viðari viðgerðini.
Løgreglan hevur arbeitt við málinum í nátt og heldur fram í dag, men enn hava tey ikki avhoyrt mannin, sum er skuldsettur fyri harðskap.