Meksiko er fyrsta landið í fjórðingsfinaluni av suðuramerikonsku kappingini, Copa America. Hetta gjørdist greitt í nátt føroyska tíð, tá ið teir vunnu 2-1 á Ekvador. Nery Castillo og Omar Bravo tryggjaðu Meksiko leiðsluna, áðrenn Edison Mendez minkaði um munin stutt fyri leiklok. Tvey tey fremstu liðini í teimum trimum bólkunum koma víðari, umframt tvey tey sterkastu liðini á 3. plássi.