MekoPartner er ein keta av professionellum bilverkstøðum. Í Danmark eru t.d. yvir 200 MekoPartner verkstøð. Hesi verkstøð verða rikin sum eitt heilt serligt konsept, har verða t.d. einans nýttir eykalutir í bestu góðsku. MekoPartner gevur eisini 3 ára garanti upp á nýggjar eykalutir við montering
Á væl útgjørda verkstaðnum í Vági verða allar mekaniskar umvælingar gjørdar eins og olju- og dekkskift. - Vit bjóða øllum suðuroyingum vælkomnum á verkstað okkara, sigur Anfinn Leo, leiðari á nýggja MekoPartner verkstaðnum.