Manchester United fekk eina frálíka byrjan upp á nýggja árið, tá teir í dag vunnu 4-0 á Wigan. Manchester City vann eisini sín dyst, men Sergio Aguero fór skaddur av vøllinum.
Manchester United líkist alsamt meiri einum komandi enskum meistara. Felagið er sjey stig frammanfyri nummar tvey, hevur drúgvasta málskjúttan í Premier League og spælið er gott. Í dag vóru Sir Alex Ferguson og hansara menn á vitjan hjá Wigan.
Dysturin bleiv ongantíð spennandi, tí Manchester United vóru alt ov góðir til tað. Robin Van Persie og Javier Hernandez skutu tvey mál í part. Robin Van Persie er tann spælarin, sum hevur skotið flest mál í Premier League í 2012. Nú hevur hann so longu skotið tvey í 2013. Manchester United hevur nú vunnið sjey av teimum seinastu átta dystunum í Premier League.
Manchester City vann 3-0 á Soke á heimavølli. Pablo Zabaleta, Edin Dzeko og Sergio Aguero skoraðu málini. Sergio Aguero fór móti endanum av vøllinum við skaða. Mett verður, at hann hevur fingið eina minni fiburspreinging.
Manchester United er framvegis sjey stig frammfyri Manchester City.
Premier League:
WBA Fulham 1-2
Manchester City Stoke 3-0
Swansea Aston Villa 2-2
Tottenham Reading 3-1
West Ham Norwich 2-1
Wigan Manchester United 0-4
Southampton - Arsenal 1-1









