Tað er gott lag í EB/Streyma leguni, nú tey av Eiði, Gjógv og úr Sundalagnum og bygdunum har á leið í illveðrinum eru á veg úr Sarpigerði og til hús.
EB/Streymur hevur við 2-0 sigri á Víkingi lyft seg nærri toppinum. Sigurin var serliga søtur í torføra útidystinum, tí liðini, sum higartil hava verið oddalið, í gjár øll vóru partar av javnleikum.
Dagsins maður var framrættaði miðvallarin Levi Hanssen, sum skoraði bæði málini og var sera eyðsýndur í uppspælinum.
Fyrra málið skoraði Levi Hanssen, tá ið knappliga hálvur tími var farin. Uppspælið áttu Egil á Bø og Leif Niclasen.
Levi Hanssen staðfesti sigurin í síðsta minutti av vanligu leiktíðini, tá ið hann við handara stólpan við høvdinum stýrdi bóltin í málið eftir hornasparksinnlegg úr vinstru frá Hans Paula Samuelsen.
Víkingur hevði fríska lotið undan í 1. hálvleiki, men heimamenninir dugdu ógvuliga illa at fáa nyttu úr vindinum. Gunnar á Steig í EB/Streyma málinum hevði millum lítið og einki at gera.
Eftir at EB/Streymur var komið á odda, sótu gestirnir á tí mesta. Teir spældu seg til fleiri møguleikar, og eina ferð í hvørjum hálvleiki raktu teir stólpan aftanfyri Geza Turi.
Víkingur - EB/Streymur 0-2 (0-1)
0-1: Levi Hanssen 27.
0-2: Levi Hanssen 90.
Støðan eftir 5. umfar
NSÍ 11 stig
HB og B36 10 stig
EB/Streymur 9 stig
Víkingur og AB 7 stig
ÍF 6 stig
B68 og 07 Vestur 4 stig
KÍ 2 stig
6. umfar
Leygardagin
NSÍ-Víkingur
Sunnudagin
HB-AB
EB/Streymur-B36
07 Vestur-ÍF
B68-KÍ