Í kvøld møtast tvey lið, sum hava fingið sera ymiskar byrjanir uppá kappingina. StÍF, sum ikki var vænta so nógv av í byrjanini av kappingini, hevur fingið eina flúgvandi byrjan. Teir hava fýra stig av seks møguligum, og um teir megna at vinna á Kyndli í kvøld, so kunnu teir leggja seg undir liðuna á Neistanum í oddinum.
Hjá Kyndli hevur snøgt sagt gingið illa. Teir hava einans tvey stig og liggja í løtuni og róta í botinum av besta mansdeildini. Men um teir vinna í kvøld, so er munurin knappliga ikki so stórur til ovaru liðini. Við einum sigri kunnu teir leggja seg ájavnt við StÍF á triðja plássi, og so eru bert tvey stig upp til oddaliðið, Neistan.
Hjá StÍF eru allir mans tøkir, og teir ætla at halda fast um góðu gongdina, sigur Leivur Justinussen, sum nú er við at gerast heilt klárur eftir skaðasteðg.
- Gongdin hevur verið góð fyrstu dystirnar, so sjálvandi ætla vit eisini at vinna ímóti Kyndli. Um vit skulu hanga í Neistanum, so skulu vit helst vinna í kvøld, men eg vil tó ikki siga, at vit føla okkum trýstar av Neistanum. Vit taka ein dyst á gangin, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað ber.
Kyndil hevur eisini allar mans tøkar til dystin, og Rókur Akralíð væntar ikki, at ringa byrjanin fer at ávirka teirra avrik ímóti StÍF.
- Nú skulu vit vinna. Vit hava fingið eina ringa byrjan í ár, men vit skulu bara fáa gongd á spælið, so skal tað nokk ganga hjá okkum, sigur Rókur.