Hondbóltur
Tað var eingin ivi um, at VB var risafavorittur at vinna uppgerðina móti uppflytarunum á Giljanesi leygardagin. Meistararnir hava lagt frá landi við somu ferð, sum tær endaðu kappingarárið í fjør, og higartil høvdu Neistin og VÍF fingið av at vita.
Stígur í
Og fyrstu løtuna á Giljanesi var heldur ikki líkt til, at Søljan skuldi gera stórvegis við VB. Tó at munnurin ikki var hin heilt stóri á máltalvuni, so øktist bara javnt og samt millum liðini, og í hálvleikssteðginum vóru longu fimm mál á muni. Seinna hálvleik tóktist gongdin bara halda fram, men brádliga kom tó steðgur í hjá VB. Ivaleyst tóku tær eina løtu nakað lætt upp á uppgávuna, og tað brádliga var um reppið, at hetta kostaði. Í 10 minuttir fekk VB ongan kassa, og tá Søljan samstundis dróg alt meira, minkaði munurin niður í tvey mál, men so kom aftur glið á.
Frá støðuni13-15 bara økti VB, soleiðis at tað at enda vóru átta mál á muni, og tað er í øllum førum nóg mikið til at halda VB á toppinum. Her er liðið framvegis einasti parturin við fullum stigatali, og tó at bæði VÍF og Stjørnan tykjast hava styrkt væl um sínar hópir, so restar enn at prógva, at hetta er nóg mikið til at basa meistarunum. Komandi vikuskifti fær VB vitjan av Kyndli, og á pappírinum tykist tann uppgávan á ongan hátt ræðandi. Tá tykist spenningurin kunna gerast munin størri annað vikuskifti, tá meistararnir vitja í Klaksvík. Tað líkist av sonnum einum dysti, sum verður ein av heilt stóru styrkisroyndunum í grundspælinum.
Hjá Søljuni er ikki stórt annað at gera enn framhaldandi at koyra á. Liðið tykist í ár at vera betur brynjað til hondbólt í fremstu røð, enn tær vóru fyri tveimum árum síðani, og so er spurningurin, hvørt hetta er nóg mikið til at taka okkurt av hinum liðunum. Neyvan verður tað VB, men tað mundi í øllum førum kennast hugagott, at tær soleiðis megnaðu at arga meistararnar eina løtu.
Dysturin í tølum
Søljan-VB 15-23 (6-11)
Málskjúttar
Søljan: Heidi Maria Akselsen 5(1), Nicoleta Radu 4(2), Arnleyg Haraldsen 3, Heidi Haraldsen 2, Jana Jacobsen 1
VB: Asta Vysniaskaite 12(3), Gurið Mortensen 4(1), Rannvá Augustinussen 4, Margreth Augustinussen 2, Laila Jespersen 1
Brotskøst: Søljan 3, VB 7
Útvísingar: Søljan 2, VB 1
Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Hallur Danielsen.