Meistararnir funnir

Dánjal Pauli Mohr og Per Kallsberg gjørdust føroyameistarar, tá finalan í FM-kappingini fyri pør var á skránni um vikuskiftið

Bridge

Leygardagin 27. mars varð finalan fyri FM Pør í Bridge leikt í Bridgehúsinum í Tórshavn. 20 pør høvdu ognað sær rætt at luttaka í finaluni umvegis eina semifinalu. Kappingin var sera væl fyriskipað og eiga fyrireikarinir stórt rós fyri hetta.
Finalan gjørdist ein av teimum meira spennandi, og alla tíðina skiftust tvey pør um at liggja á odda. Tey vóru, Høgni Vesturklett - Gunnar Mouritsen og Dánjal Pauli Mohr - Per Kallsberg, og fall avgerðin ikki fyrr enn í síðsta umfarið. Og umframt tey bæði fremstu pørini, vóru eisini trý onnur, sum alla tíðina lógu klár at taka yvir, so ráð vóru ikki at lora nakað sum helst.
Nógv mundu tey vera, sum vónaðu at ungu havnamenninir, Høgni Vesturklett og Gunnar Mouritsen, fóru at vinna, hetta tí teir enn ikki hava vunnu nakað FM Heiti. Men hetta eydnaðist teimum so ikki. Ístaðin gjørdist tað sigursvanda parið við Dánjal Paula Mohr og Per Kallsberg, sum streykt avstað við sigrinum

Endaliga støðan
ParStigPláss
Per Kallsberg - Dánjal Pauli Mohr1461
Høgni Vesturklett - Gunnar Mouritsen1162
Hedin Mouritsen - Jóannes Mouritsen1023
Bogi Simonsen - Símin Lassaberg854
Magni Jøkladal - Allan Dal-Christiansen625
Reimund Langgaard - Vilhelm Nygaard306
Salomon Johansen - Zakaris Joensen27
Eydun Jensen - Niels Nielsen-48
Jógvan Juel Rasmussen - Rói á Rógvu Joensen-79
Mortan Rasmussen - Marjun Restorff-1010
Dia Petersen - Hans Egil Joensen-1511
Høgni Jacobsen - Finn Ougaard-1812
Eilif Petersen - Petur A. Johannesen-2213
Peter Sigurd Rasmussen - Hannis Jacobsen-2414
Ingibjørg Hansen - Oddmar Danielsen-3215
Dia Jacobsen - Marner Joensen-4016
Kaj Alstrup - Høgni Hansen-4217
Súsanna Dam - Jórun Johannesen-7518
Eydun Jakobsen - Pól Joensen-12419
Jógvan H. Andreasen - A. G. Nielsen-13120

Spæl
Fyri at vinna eina FM-Finalu fyri pør, skal ein spæla sera væl. Hetta spælið er eitt gott dømi uppá tað frálika spælið teir báðir Dánjal Pauli og Per vístu leygardagin.

17BT75
N/-K52
K72
975
KD3E862
B9786
643EBT95
KD4362
94
EDT43
D8
EBT8

NESV
PerDánjal Pauli

paspas1hjpas
1sp2rú3kl3rú
paspasDblA.p.

Suður spældið spar 4 út, kongurin tók stikkið. Rútar 3 gekk via bóndan til damuna hjá sunnan, sum spældið spar 9 aftur, ið daman á borðinum fekk. Eystan spældi síðani ein rútara frá borðinum til rútar 10, sum tók stikkið. Nú kundi eystan spæla spar ess og spar til tann síðsta trumfin á borðinum og fáa síni 9 stingir og ein reinan top.