Føroyameistararnir seinastu tvey árini, menninir hjá Neistanum, endurvinna ikki FM-gullið í ár. Tað tykist greitt, eftir at teir í dag bara skoraðu 13 mál og taptu heili 13-23 fyri oddaliðnum KÍF.
Dysturin í Kollafirði var annars merktur av nógvum tekniskum mistøkum og var sum heild ikki góður, og eftir at dystarbyrjanin hevði verið jøvn og liðini fylgdust til støðuna 3-3, streyk KÍF avstað og helt seg frammanfyri allan dystin á tamb. Hálvleiksstøðan var 10-7 til KÍF, og í seinna hálvleiki øktu teir bara um leiðsluna og vunnu at enda 23-13.
Við teimum 13 málunum í dag eigur Neistin nú ivasama metið í kappingini í ár, sum sigur, at teir hava skotið fægst mál í einum dysti. Teir stjala metið frá botnliðnum og grannanum, Kyndli, sum skeyt 15 mál í kappingarársins fyrsta dysti.
Við sigrinum staðfestir KÍF oddasessin og eru framvegis greitt á odda við 32 stigum, meðan Neistin nú má veitra farvæl til FM-finaluna. Teir eru nú átta stig frá VÍF á 2. plássi, tó so, at teir hava leikt ein dyst færri.
Úrslitini í Atlantic Airways-kappingini hetta vikuskiftið:
Kyndil - VÍF 23-28
Team Klaksvík - H71 30-35
KÍF - Neistin 23-13