Meistarar móti steypavinnarum

Tey bæði liðini vunnu í vár ávíkavist steypa- og landskappingina, so tað er lagt upp til ein góðan hondbóltsdyst millum tvey av sterkastu liðunum í landinum.

Dysturin verður spældur í Ítróttarhøllini á Hálsi, og hann byrjar klokkan 20 í kvøld.