ÍF og Mjølnir hava ligið og stríðst um oddasessin í meistaradeildini hjá monnum í at kalla alt ár. ÍF hevur havt munin, men Mjølnir hevur alla tíðina ligið og andað teir í nakkan. Hesi bæði liðini møta eisini hvørjum øðrum í steypafinaluni, so eingin ivi skal vera um, at her er talan um tvey tey sterkastu liðini í føroyskum mansflogbólti.
Undan dystinum er støðan tann, at vinnur ÍF dystin, so kunnu teir næstan ogna sær meistaraheitið. Í løtuni eru fuglfirðingar eitt stig frammanfyri Mjølnir, so vinna teir dystin sunnudagin, verður munurin trý stig, og tá verður ikki lætt hjá Mjølni, sum so má leggja sínar vónir á, at okkurt av hinum liðunum skal vinna á ÍF.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ósigraði leingi
Bæði ÍF og Mjølnir hava verið ósigraði í fleiri dystum í bestu mansdeildini. ÍF hevur vunnið síðstu fimm dystirnar, og seinast teir taptu, spældu teir ímóti Mjølni í Klaksvík.
Hjá Mjølni hevur gongdin verið enn betri. Teir hava vunnið síðstu átta dystirnar, og seinast teir taptu, leiktu teir eisini ímóti ÍF. Einasti munurin var, at hesin dysturin bleiv leiktur á Kambsdali. Dystirnir ímillum ÍF og Mjølnir hava eisini verið rættiliga javnr í ár. Fyrri dysturin á Kambsdali endaði við 3-2 sigri til ÍF, meðan seinni dysturin endaði við 3-0 sigri til Mjølnir, men sjálvt um Mjølnir vann 3-0, so var munurin sera lítil á liðunum í tí dystinum.
Tað vil siga, at áhugaði kunnu vænta ein sera tættan og spennandi dyst á Kambsdali sunnudagin, har ÍF við einum sigri næstan kann tryggja sær meistaraheitið.