B36 vann ein fantastiskan dyst í Streymnesi 4-5. EB/Streymur førdi annars 3-2 eina løtu, men við tíggju monnum móti ellivu kom árstalsfelagið úr høvuðsstaðnum afturíaftur og vann í síðsta enda 4-5.
Harvið er einki avgjørt í oddinum í Formuladeildini, tí framvegis eru tveir dystir eftir at spæla um, og EB/Streymur førir við seks stigum.
Í botninum er ein partur avgjørdur. Skála flytir niður í 1. deild eftir tapi fyri Víkingi í dag. Hetta tí, at KÍ og ÍF, ið eru tey bæði liðini, sum liggja beint omanfyri niðurflytingarmarkið, hava 27 stig ? tað vil siga átta fleiri enn Skála.
Men enn er tilveran hjá júst ÍF og KÍ í Formuladeildini ikki tryggjað. Tí B71, ið liggur næstaftast í deildini, er bara fimm stig aftanfyri hesi bæði liðini, og kann tískil vinna annað teirra aftur í teimum báðum næstu dystunum.
Úrslitini í Formuladeildini í 25. leikumfari vóru hesi:
EB/Streymur ? B36 4-5
HB ? NSÍ 3-1
Skála ? Víkingur 1-2
B71 ? B68 2-2
KÍ ? ÍF 4-2
Støðan í Formuladeildini eftir 25. leikumfar er henda:
EB/Streymur 51
HB 45
B36 45
NSÍ 40
Víkingur 38
B68 36
ÍF 27
KÍ 27
B71 22
Skála 19
26. leikumfar verður 19. oktober, og tá eru dystirnir hesir:
HB - B36
Skála - EB/Streymur
KÍ - NSÍ
B71 - Víkingur
B68 - ÍF










