Meistaraglansurin er farin av Liverpool

Premier League: Liverpool fekk heldur ikki fult í dag, og meistaraglansurin er farin av meistarunum

Annan dystin upp í slag megnaði Liverpool ikki at vísa meistaraspæl, og annan dystin upp í slag hevur Liverpool mist tvey stig móti einum botnliði.

Hesa ferð var Liverpool á vitjan á St James Park í Newcastle. Eftir at hava spælt 1-1 móti WBA á Anfield, so skuldi Liverpool til at finna meistarataktirnar aftur, nú leiðslan í Premier League er minkað niður í næstan einki.

Soleiðis bleiv ikki og heimaliðið kundi tað sama lagt seg á odda í fyrra hálvleiki. Mohamed Salah hevði eisini tveir ella tríggjar møguleikar at avgera dystin, men heldur ikki hann er í meistarligum formi í løtuni.

Tað endaði, fyri fyrstu ferð síðani 1994, við málleysum javnleiki millum Newcastle og Liverpool. Newcastle er enn leyst av botninum, meðan Liverpool nú bara er á odda, tí liðið hevur spælt fleiri dystir enn hini. Tað kundi verið øðrvísi, um liðið vann seinastu tveir dystirnar, har Liverpool hevur verið stórur favorittur, men tað er líkt til, at meistaraglansurin er farin av Liverpool.