flogbóltur
Hósdagin 24. juni 2004 skrivaðu Flogbóltsfelagið Fleyr og Grannskoðaravirkið P/F Inpact undir sponsoravtalu, sum er galdandi fyri meistaradeildina menn komandi kappingarár. Meistaradeildin menn heldur við øðrum orðum fram við Inpact á bringuni. Arbeitt verður framhaldandi við nýggjum avtalum, sum skulu tryggja felagnum fíggjarligar karmar at virka undir.
Partarnir eru samdir um at arbeiða fyri at Fleyr aftur verður eitt felag, ein skal rokna við, tá tað snýr seg um flogbólt á høgum stigi. Starvsnevndin hevur umskipað bygnaðin í felagnum, soleiðis at ábyrdin er løgd á fleiri herðar. Fýra undirnevndir er stovnaðar, sum saman við starvsnevndini skulu reka felagið.
Meistaradeildin fær nýggjan venjara komandi kappingarár. Venjarin eitur verður Romica Øster, ið áður hevur havt sína gongd í Gundadalshøllini. Avtalan er galdandi í eitt ár. Arbeitt verður við at samansjóva gamlar og ungar kreftir í felagnum eins og nýggir spælarar leggjast til. Sum nakað nýtt fer Fleyr at gera bindandi avtalur við spælarar, sum fer at tryggja felagið og spælarar. Endamálið er at beina burtur ivamál og trupuleikar, soleiðis at óneyðug orka ikki verður brúkt til slíkt, sum einki hevur við flogbólt at gera. Broytingarnar skulu í síðsta enda føra við sær, at Fleyr verður eitt tryggari felag, og at tað verður stuttligt at spæla flogbólt í høvuðsstaðnum.