Seinastu fýra árini hava Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin myndað meirilutan í Klaksvíkar býráði, og Steinbjørn Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum hevur verið borgarstjóri.
Møguleikar eru fyri, at júst hetta samstarvið heldur fram. Meirilutin varðveitti sín meiriluta, og allir flokkarnir høvdu framgongd. Harafturat sett Steinbjørn Jacobsen met í persónligum atkøvðum í Klaksvík.
? Úrslitið av valinum talar fyri, at samstarvið kann halda fram, og vit hava avtalað at fundast um hetta í kvøld, segði Steinbjørn Jacobsen mikudagin.
Møguleikarnir góðir
Meirilutin tosaði eisini saman valkvøldið, men gjørdu tá av at bíða eitt sindur við meira ítøkiligum práti, tí fólk vóru so troytt, og onkur nýggj fólk vórðu vald.
? Eg haldi, at møguleikarnir fyri at halda fram síggja góðir út, men so leingi, sum einki er avtalað, kann tað ikki sigast við vissu, sigur væl umtókti borgarstjórin í Klaksvík.
Hann vil einki siga um, hvørt samstarvið kann víðkast við øðrum flokkum ella kanska vera eitt samstarv millum allar flokkarnar.
Fyrst skal verðandi meiriluti tosa saman, og tað skuldu tey gera mikukvøldið.