Meirilutin í Klaksvík avlýsti

Mánakvøldið skuldi nýggi meirilutin í Klaksvíkar býráð hittast fyri at manna sín part av nevndunum í býráðnum, men fundurin varð avlýstur

Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin eru komnir ásamt um, hvussu teir skulu býta nevndarsessirnar, men nú skuldu nøvn setast á.
Fundurin var tó avlýstur, tí tað lá ikki fyri hjá øllum býráðslimunum hjá Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum at møta.
Sambært Fólkaflokkinum hevur útsetingin einki at gera við tilboðið, sum hinir flokkarnir í býráðnum ? Sjálvstýrisflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin ? hava givið Fólkaflokkinum um samstarv.
Orsøkin var, at tveir býráðslimir ikki kundu møta mánakvøldið, og tí varð fundurin fluttir til mikukvøldið.