Men hetta er ikki so, hygg bert eftir valúrslitinum:
SambandFullveldi
A Fólkaflokkurin6.352
B Sambandsflokkurin7.954
C Javnaðarflokkurin6.378
D Sjálvstýrisflokkurin1.351
E Tjóðveldisflokkurin7.229
H Miðflokkurin 1.292
Atkvøður íalt 14.33216.224
Prosentvís 47% 53%
Fólkaflokkurin vil ikki at taka hesa støðu til eftirtektar. Ístaðin verður farið eftir einari breiðari samgongu, har Javnðar- ella Sambandsflokkurin koma afturat (les báðir skulu við og Tjóðveldis-flokkurin skal út).
Tað at víðka verandi samgongu við einum stórum flokki heldur enn Miðflokkinum, sær ógvuliga rímuligt út og er kanska ein vøra, íð er løtt at selja til Føroya fólk. Men hvat uppnáða vit við hesum?
Svarið er stutt: - bert afturstig
Tjóðveldis-, Sjálvstýris-, Mið- og Fólkaflokkurin saman, megna minst líka so væl, faktiskt betri enn nakar annar, at gera tær ábøtur og útbyggingar, ið eru neyðugar í samfelagnum.
Tað er prógvað í farna valskeiði og eisini undir teimum samráðingum, sum nú hava verið. Skuldi Javnaðar- ella Sambandsflokkurin (ella báðir) komið uppí landsins stjórn hevði sostatt einki størri framstig verið á t.d. trivnaðar- og vinnuøkinum, men bert eitt afturstig í fullveldistilgongdini. Og tað ynskir Føroya fólk ikki.
At Fólkaflokkurin partú vil hava eina ABC ella "aller nådigst" eina ACE samgongu, skyldast at nakrir "sambandstingmen" úr flokkinum krevja tað. Vónandi fær Anfinn hesar til fornuft.
Stig fyri stig kann eisini verða eitt afturstig, tá tað gongur so seint, at málið verður mist úr eygsjón.