Meiriluti fyri Sjósavni

Hóast tað sær svart út hjá Sjó­­savn­inum á Argjum, nú Ják­up Mikkelsen, fisk­i­mál­a­rá­ð­­harri, hevur gjørt av, at trið­­ing­ur skal takast av játt­an savn­s­ins, so eru glottar fyri framm­an.

Ikki færri enn sjey av bý­­ráðs­­lim­un­um í Havn hava ver­ið á ban­a­num og mót­mælt, eins og formaðurin í Løg­tings­ins ment­an­ar­nevnd, Bjarni Djurholm. Øll eru samd um, at savninum skal verða lív lagað.
Um Jákup Mikkelsen mein­ar tað í álvara, ella um hann hevur tikið til sín skuld­set­ing­ar­nar um at ætla at flyta Sjó­savnið til Klaks­vík­ar, vita vit ikki. Men Á Face­book boð­­ar fisk­­i­mál­a­­ráð­harr­in tó frá, at hann helst fer at finna ein loysn á mál­i­num.
Ein av fac­e­book­vinum hans­­ara sig­ur við hann, at hann átti at lat­ið Sj­ó­s­avn­­i­­num hasar hundr­að­tús­und krón­ur­nar.
Jákup Mikkelsen svarar:
»...munnu vit ikki fara at finna út av hasum trup­ul­leik­a­­­num! Ikki eiti á valfepuri, sum er á monnum!«