Meiriluti fyri ES-limaskapi fyri fyrstu ferð

Fyri fyrstu ferð ber til at staðfesta, at ein mieriluti av føroyingum tekur undir við føroyskum ES-limaskapi. Í eini nýggari kanning svara 40 %, at tey eru fyri limaskapi, og 36,5 % eru ímóti. Tað eru serliga fólk í Suðurstreymoy og Suðuroy, sum eru fyri. Fiskimenn vilja harafturímóti ikki upp í ES

KANNING<?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p></o:p>





<o:p></o:p>

<o:p> </o:p>



Tað kundi ljóða sum ein jólagáva til sambandsfólk. Og tað er tað kanska eisini. Fyri fyrstu ferð nakrantíð, staðfestir ein meiningakanning, at ein meiriluti av føroyingum tekur undir við limaskapi í Evropiska Samveldinum. Spurningurin var, um Føroyar skulu umfatast av limaskapi í ES?<o:p></o:p>



Kanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, vísir, at 40 % av teimum spurdu siga seg taka undir við ES-limaskapi, og 36,5 % siga seg vera ímóti. Tó siga 23,4% ella nærum ein fjórðingur seg ikki vita, hvat tey skulu halda um hetta málið.<o:p></o:p>



Heilt aftur til spurnarkanningar miðskeiðis í áttatiárunum hevur meirilutin av teimum spurdu sagt seg vilja staðið uttan fyri ES. <o:p></o:p>



Í tí fyrstu kanningini í 1984 taldust tey bara 5 %, ið ynsktu limaskap í táverandi EF. Hetta var 11 ár eftir, at Danmark við forsætisráðharranum Jens Otto Krag á odda var vorðið limur í 1973.<o:p></o:p>



Tíggju ár í seinni - í 1994, tá kreppan rakti meint, og røddir innan fiskasølu og alivinnu tosaðu jaliga um ES - sá myndin øðrvísi út. Nú var nærum ein fjórðingur av føroyingum fyri limaskapi, og umleið helvtin ímóti.<o:p></o:p>



At Norðurlond sum Noreg, Svøríki og Finnland í hesum tíðarskeiði søktu um limaskap, og tey bæði síðstnevndu tóku av, var kanska ein av orsøkunum til, at parturin av føroyimgum, ið var fyri limaskapi gjørdist næstan eins stórur í 1994, sum tey, ið ivaðuðst og beinleiðis søgdu nei.<o:p></o:p>



Eftir hetta minkaði skarin aftur av teimum, sum vildu gerast limir í ES, og seinni komu eisini onnur mál av øðrum ríkisrættarligum slagi á breddan, m.a. fullveldismálið, sum samgongurnar frá 1998 til 2004 arbeiddu við. <o:p></o:p>



<o:p> </o:p>



Hvør heldur hvat?<o:p></o:p>



<o:p> </o:p>



Nú er so aftur vent í holuni, og fyri fyrstu ferð sigur ein meiriluti av føroyingum seg vera fyri ES-limaskapi. <o:p></o:p>



Tað er serliga í Suðurstreymoy og partvíst í Suðuroy, at fólk siga seg vera fyri limaskapi í ES. Í restini av landinum er framvegis meiriluti ímóti. Hetta kann eisini samsvara væl við, at jú longri útbúgving tey spurdu hava, jú jaligari eru tey mótvegis ES. Undantøkini eru teir yngstu veljararnir og pensjónistar, sum burturav svara jaliga. Hinvegin eru fiskimenn ikki so hugaðir fyri ES-limaskapi.<o:p></o:p>



Í byrjanini av nítiárunum var greiður meiriluti ímillum veljararnar hjá øllum flokkum uttan Sambandsflokkinum ímóti limaskapi. Har broyttist støðan við einum skarvslopi, eftir at flokkurin á einum landsfundi hevði samtykt at vera fyri limaskapi. Men nú tykist henda støða eisini at hava rinið við í øðrum flokkum. Hjá øllum flokkum uttan Tjóðveldisflokkinum og Miðflokkinum er í dag meiriluti fyri liamskapi. <o:p></o:p>



Sambært tí nýggju kanningini er eisini ein ruddiligur meiriluti fyri limaskapi millum veljarar Javnaðarfloksins, sum annars plagdu at vera hart ímóti.<o:p></o:p>



Millum kvinnurnar, ið vanliga vóru hart ímóti ES, eru somuleiðis rembingar. Í dag er ein meiriluti av kvinnunum fyri, og hann er eins stórur og hjá monnunum. Tær kvinnur, ið siga nei, eru væl færri enn menninir, meðan ein triðingur av kvinnunum ikki hava nakra støðu til spurningin.<o:p></o:p>



<o:p> </o:p>



Vilja varðveita ognarviðurskifti í fiskivinnuni<o:p></o:p>



<o:p> </o:p>



So kann ein spyrja, hvussu eftirfarandi ein slík kanning er. Tølini eru ivaleyst eins álítandi og tey frá undanfarnum kanningum. Í so máta endurspegla tey ein opnari hugburð mótvegis ES. Ikki minst samanborið við tølini úr sjeytiárunum, tá felagsskapurin kallaðist EEC, mangan fekk eitt ringt orð á seg í almenna orðaskiftinum. <o:p></o:p>



Eisini samsvara tey nýggju tølini væl við eitt rák, ið eisini er at síggja aðrastaðni, eitt nú í Íslandi. <o:p></o:p>



Hinvegin kann tað tykjast sum ein andsøgn í hesi nýggju kanningini, at mong teirra, ið eru fyri ES-limaskapi, eisini eru ímóti, at útlendingar skulu eiga í føroysku fiskivinnuni. <o:p></o:p>



Mong eru harafturat fyri at veita vinnuni studning, og mong eru fyri almennari verju ímóti útlendskari kapping. <o:p></o:p>



Við einum slíkum kanningarúrsliti koma eisini fleiri aðrir spurningar undan kavi. T.d. um meirilutin hevði hildið, tá treytirnar fyri einum limaskapi komu á borðið, ella um talan skuldi verið um limaskap gjøgnum danska ríkið ella um sjálvstøðugan limaskap við fullveldi.<o:p></o:p>



Spurd, um tey taka undir føroyskum EFTA-limaskapi, svara 58,6 % av teimum spurdu ja, 10,5 % svara nei, og 30,9 % vita ikki.<o:p></o:p>