Meiri átrokandi enn nakrantíð at føra ein virknan familjupolitikk

? Børnnini eru okkara sosiala trygd, var boðskapurin hjá Jóannes Eidesgaard í formansfrágreiðing síni á landsfundinum hetta vikuskiftið

? Tað ein stór avbjóðing og ein stór skylda hjá politikarum at geva familjunum góð kor at liva undir.
Tað var ein boðsðkapur hjá Jòannes Eidesgaard, tá ið hann helt formansfrágreðing sína á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum í Hvalba hetta vikuskiftið
? Søgan um føroyska vælferðasamfelagið er eisini søgan um familjurnar í Føroyum og familjurnar eru grundarlagið undir føroyska samfelagnum, segði formaður javnaðarfloksins.
Hann segði, at í menningarlondum eru børnini sosiala trygdin hjá familjunum. Hesi lond hava eitt stórt burðaravlop, og fólkatalið økist støðugt. Trygdin hjá foreldrunum er, at tá tey gerast gomul, hava tey børn, sum kunnu forsyrgja teimum. Til ber at siga, at børnini eru teirra pensión - teirra eftirløn.
Hóast vit ikki beinleiðis hugsa um, hvør skal forsyrgja okkum í framtíðini, er hetta tó nógv meira nærliggjandi, enn vit geva okkum far um.

Støðan ikki so hættislig
Jóannes Eidesgaard segði, at uttan ein støðugan fólkavøkstur - eitt gott burðaravlop, verða færri og færri herðar at bera samfelagsins byrðar. Tey sum bera, verða færri - og tey sum verða borðin, verða fleiri.
? Hetta er veruleikin í okkara grannalondum, og tað er líkt til, at tey fara at verða rakt av teirri nógv umrøddu eldrabylgjuni.
Men støðan í Føroyum er als ikki so hættislig, tí sum tað sær út nú, verða føroyar ikki skolaðar út av eldrabylgjuni.
? Eitt sindur av einari andsøgn at tosa um økta talið av eldrum sum ein trupulleika, tí økingin er jú úrlsitið av einum málrættaðum politikki, sum serliga Javnaðarflokkurin hevur ruddað slóð fyri.
Hann sigur, at fyri at fólkatalið í einum landi ikki skal minka, skal landið hava eina sokallaða reproduktiónsratu uppá 2,2, t.v.s. at foreldur skulu í miðal eiga 2,2 børn. Til samanberingar skal nevnast, at í Danmark, Noregi og Svøríki er talið 1,7.
Í Føroyum hava vit higartil verið so heppin at hava eina reproduktiónsratu ímeðal frá 1998 til 2003 uppá 2,47, sum er munandi hægri enn okkara grannar. Men eingi trøð veksa inn í Himmalin. gongdin frá 1970 er, at reproduktiónsratan er støðugt minkandi, hóast vit enn eru á heilt góðari leið.

Álvarsamar avleiðingar
Jóannes Eidesgaard segði, at eitt minkandi fólkatal kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri ein búskap og fyri eitt land.
? Fellur fólkatalið, kann tað fara at standa á at fáa arbeiðsmegi til tær uppgávur, almennar og privatar, sum samfelagið hevur at røkja. Vit koma tá at merkja eitt afturstig í menningini av samfelagnum.
? Eins neyðugt sum tað er í menningarlondum at fáa fleiri børn fyri at hava eina sosiala trygd, eins neyðugt er tað hjá okkum at gera umstøðurnar hjá familjunum so góðar, at tær vilja hava fleiri børn ? tí børnini eru okkara sosiala trygd.
? Tað er tí meira átroðkandi nú enn nakrantíð, at vit fáa ein sterkan og progressivan familjupolitikk, segði Jóannes Eidesgaard.