Um tíggjutíðina fyrrapartin kom Jupiter til Tvøroyar við 1.700 tonsum av svartkjafti. Teir hava roynt suðuri á Munkagrunninum og hava fiskað góðar tríggjar dgar, men máttu gevast fyri veður.
Sagt verður, at svartkjafturin er meðalstórur.
Jupiter sleppur ikki framat at landa fyrr enn seint í kvøld, tí Tróndur í Gøtu, sum kom inn týskvøldið við 2.100 tonsum, verður ikki liðugur at landa fyrr enn tá, sigur reiðaríið.