Meiri samstarv um heilsupolitikk

Aðalnevndin í ECL (evropeiski felagsskapurin fyri krabbameinsfeløg) hevði fund á umboðsstovu Føroya í Brussel 14. mars.

Umboðsmaður Føroya, Gunnar Holm Jacobsen, var á fundinum og greiddi frá, um Føroyar og serstøðu Føroya mótvegis ES.

Eitt av endamálunum við fundinum var, at fáa nærri samband millum ECL og umboðstovuna í sambandi við heilsupolitikkin innan krabbameinsviðgerð í ES.

ECL hevur millum annað ábyrgdina av at samskipa ráðstevnur og fundir, sum eru á krabbameinsøkinum í ES-tinginum.

Á myndini eru frá vinstru: Dr Wendy Yared, stjóri í ECL, Jákup N. Olsen, Gunnar Holm Jacobsen, umboðsmaður Føroya, Maja Primic Žakelj, ECL Presidentur, Vitor Veloso og Nikiforos Orphanos.