Nú verður roynt at fáa meiri lív í grannalagið rundanum Karlamagnusarbreyt í Havn.
Økið er umstrítt, tí ein partur varð lagt av til vinnuøki, men tað eydnaðist ikki at sleppa av við stykkini og av tí sama hava tey ligið óbygd.
Tí samtykti býráðið at gera ein part av tí til bústaðarøki ístaðin fyri. Upprunaliga var ætlanin at byggja átta tvíhús, ella 16 bústaðir.
Men nú vísa kanningar, at tað verður alt ov dýrt at gera tvíhús á stykkinum, og tískil er ætlanin broytt, so at tað nú verða 12 vanlig grundstykki ístaðin. Hvørt grundstykki verður ímillum 393 og 557 fermetrar til støddar.
Og hóskvøldið samtykti býráðið at gera eina byggisamtykt fyri økið, og at játta 100.000 krónur til at projektera útsykkingina.
Tá ið tað er liðugt, verða stykkini lýst til sølu eftir bíðilistanum hjá býráðnum eftir grundstykkjum.
Á býráðsfundinum varð upplýst, at ætlanin er at arbeiða so skjótt sum tilber at gera stykkini klár at selja.