Hetta kom fram á ársfundinum hjá landsfelagnum av meinigheitsráðum herfyri. Og hann varð stuðlaður av leiðaranum í ráðnum, Inge Lise Pedersen, sum beinleiðis spurdi, um kirkjan brúkar sína játtan rætt.
Víst varð á, at limatalið í fólkakirkjuni er minkað tey seinastu 20 árini, samstundis sum útreiðslurnar eru hækkaðar meiri enn inflasjónin.
- Tað heldur snøgt sagt ikki, um limatalið lækkar og útreiðslurnar hækka, sigur Bertel Haarder, sambært tíðindastovuna Ritzau.