Meiri fiskavørur

Norðmenn útfluttu í januar fiskavørur fyri 2,2 milliardir norskar krónur, og tað var væl meiri enn í sama mánað í fjør.

Sambært Aftenposten var vøksturin 15 prosent. Størsta framgongdin var á brasilska marknaðinum, sum keypti norskar fiskaúrdráttir fyri 152 milliónir krónur í síðsta mánað. Tað var meiri enn tvær frerðir so nógv sum í januar í 2003. Brasilar keyptu meiri klippfisk, sum var virkaður úr toski og upsa, og útlitini á hesum marknaðinum eru góð, tí brasilski búskapurin er í menning.

Norski laksaútflutningurin til ES-londini vaks eisini. Hann var 820 milliónir krónur, og tað var 13 prosent størri enn í januar í fjør. Prísurin hevur kortini verið lægri í ár, tí norðmenn útfluttu 16 prosent meiri laks í januar í ár enn í sama mánað í fjør. Sambært Aftenposten vaks nortski fiskavøruútflutningurin til Eysturevropa og Japan eisini í januar.