Talið á deyðum eftir jarðskjálvtan og flóðalduna í Japan veksur støðugt, og nú skrivar tíðindastovan Kyodo News, at talið á deyðum helst er oman fyri 1.000. Alment verður sagt, at minst 310 eru deyð, og at 350 eru ikki komin afturíaftur.
Samstundis skrivar tíðindastovan Jiji, at myndugleikarnir sakna enn eitt tok. Fyrr í dag frættist, at eitt tok var horvið nærhendis Nobiru. Tað er ógreitt, hvussu mong fólk vóru í teimum báðum tokunum.
Tann 10 metrar høga flóðaldan, sum stóðst av tí harða jarðskjálvtanum tíðliga í morgun, er tann størsta, sum nakrantíð er skrásett í Japan. Sjálvur jarðskjálvtin er tann harðasti í Japan nakrantíð og tann harðasti, sum hevur verið í heiminum síðani 1960.