Á eykafíggjarlógaruppskotinum fyri september verður biðið um meira pening til studning til flutning av fiski.
Landsstýrismaðurin segði, at hetta kemur eftir at játtanin er lækkað, at hetta nú verður gjørt, tí í løtuni verða høvd flutt til Suðuroyar , har tey verða viðgjørd. Hetta er áður gjørt í Leirvík.
Fleiri tingfólk tóku undir við at studningur verður latin til flutning av fiski og tey mæltu ti, at hesin studningur eisini verður latin til flutning av frystum fiski, sum verður fluttur til Føroyar til virkingar.










