Randi Jacobsen
Vinnukærunevndin viðger ósemjuna millum Tórshavnar býráð og Heilsufrøðiligu Starvsstovu um, hvør hevur ábyrgdina av sølutorginum í Vágsbotni.
Men Mortan Johannesen, sum í áravís hevur selt fisk og fiskavørur í Vágsbotni, er ótolin, og tí var hann í seinastu viku á fundi við fyrisitingina í býráðnum.
– Vit vóru samd um, at sølutorgið skal útbyggjast, so eisini eplir, røtur og annað kann seljast á torginum. Sølutorgið skal vera eitt stað, har fólk dagliga kunnu koma at keypa góðar vørur, sigur Mortan Johannesen.
Hann fær seg ikki at halda, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan verður nøkur forðing og fer at steingja torgið.
– Eg gevi teimum rætt í, at einhvør kann ikki fara í Vágsbotn at selja. Har skal bara kunna seljast fyrsta floks vøra, og tað má vera upp til keyparan at meta um góðskuna. Nýggir seljarar eru vælkomnir, men treytin má vera, at teir bara selja góðar vørur og taka væl upp eftir so, so tað altíð er reint og nossligt á torginum, sigur Mortan Johannesen.