Meira Reeves frá Lisberg

50 ára minniskonsertin hjá Jens Lisberg var ein somikið stór succés, at Reinsaríið er bókað til nýggja framførslu

 

 

Í heyst vóru 50 ár liðin, síðani Jim Reeves doyði. Í tí sambandi hevði Jens Lisberg við bólki serstaka minniskonsert í Løkshøll í Runavík, og talan gjørdist um eina brakandi succés. Somikið góð var móttøkan, at nýggj konsert nú er sett á skránna, og hendan verður í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn tann 17. januar.

 

Sjálvur er Jens Lisberg stórur Jim Reeves-fjeppari, og tí tók hann stig til konsertina, nú hálv øld er liðin, síðani Reeves andaðist.

 

- Jim Reeves var høgt elskaður í Føroyum, eins og aðrastaðni, og eg gleði meg sera nógv til hendan møguleikan at sleppa at syngja sangir, ið hendan stóra stjørnan hevur gjørt kendar við síni góðu, kendu og sermerktu rødd, segði Jens Lisberg við in.fo, tá hann fyrireikaði seg til konsertina í Løkshøll.

 

Jim Reeves, føddur í 1923,  var sangstjørna í fimmtiárunum og til hann doyði í 1964. Eisini í Føroyum smeltaði hendan bleyta røddin vanliga føroyingin, og Reeves var her, eins og aðrastaðni, so sera høgt í metum.

 

Hann var av sonnum ein stjørna, men í 1964 doyði hann í flogvanlukku. Hetta hendi tann 31. juli í 1964. JimReeves hevur tó verið nógv spældur í Føroyum fram til okkara dagar.

 

Tey sjey, sum fara á pall saman við Jens Lisberg eru:

 Per Ingvald Petersen, trummur

Sámal Midjord, bass

Jóan Martin Jacobsen, guitar

Bernhard H. Petersen, klaver

Barbara á Tjaldrafløtti, kór

Fríðgerð Midjord Ellefsen, kór

Sigga Hansen, kór