- Tað flýtur við plastikki í heimshøvunum, og tekur mannaættin seg ikki saman og steðgar við tveita í havið, verður um fá ártíggjur meira plastik í havinum enn fiskur.
Tað er niðurstøðan í einari frágreiðing, sum World Economic Forum gjørdi fyri skjótt tveimum árum síðan, og sum netmiðilin - Huffington Post – almannakunngjørdi.
Sagt verður í frágreiðingini, at nýtslan av plastikki er tjúgufaldað seinastu fimmti árini, og næstu tjúgu árini verður nýtslan aftur tvífaldað í mun til tað, hon er í dag.
Sambært frágreiðingini fer út við ein triðingur av øllum pakkitilfari úr plastikki aðrastaðni enn í innsavningarskipanina. Hetta endar alt í náttúruni, har tað rættiliga trýstir vistskipanina.
- Um hildið verður fram sum nú, kunnu vit vænta, at fyri hvørji trý tons av fiski í havinum í 2025, verður eitt tons av plastikki, skriva granskarar í frágreiðingini.
Lagt verður aftrat, at við verandi gongd verður samlaða vektin av plastikki í heimshøvunum í 2050 størri enn samlaða nøgdin av fiski.
Í minsta lagi átta miljónir tons av plastikki verða hvørt ár tveitt í heimshøvini, og hetta svarar sambært Huffington Post til, at ein ruskbilur hvønn einasta minutt tømir eina last av plastikki í havið.
Hin 36 síðu langa frágreiðingin, sum World Economic Forum hevur gjørt, kallast “The New Plastics Economy: Rethinking the future of plastics", og vónað verður, at frágreiðingin kann fáa fólk at hugsa øðrvísi.